+45 22 35 54 72 psykolog@maritamortensen.dk

Terapi på færøsk

Få professionel sparring på dit modersmål

Viðgerð á føroyskum máli

 

Sum ein av fáum sálarfrøðingum í Keypmannahavn bjóði eg viðgerð á føroyskum.

Eg eri fødd og uppvaksin í Føroyum og flutti til Danmarkar fyri at lesa sálarfrøði. Eg havi búð í Danmark síðan, men havi javnan samband við Føroyar og føroyska málið, tá eg ofta møti og tosi við familju og vinir í Føroyum.

Vilt tú tosa um og arbeiða við persónligum trupulleikum ella við ynskjum um broyting í lívi tínum, kann tað vera ein fyrimunur, at samskift verður á móðurmálinum.

Ert tú her i Danmark, kanst tú koma til mín í Søborg ella Keypmannahavn – ert tú í Føroyum ella aðrastaðni í Danmark, kanst tú fáa samrøður via Skype ella Facetime.

Grundarlagið undir mínum arbeiði sum sálarfrøðingur er dialogur, samband og virðing. Fyri meg sum sálarfrøðing er tað avgerandi at skapa møguleikan fyri samrøðu, sum byggir á álit, og sum tekur støði í tínum avbjóðingum og tínum ynski um broyting í lívi tínum. Tað hevur stóran týdning fyri meg, at tú kennir teg tryggan, áðrenn vit fara í gongd við viðgerðina. Á tann hátt fáa vit bestu úrslit. Í viðgerðini nýti eg, tá tað gevur meining, aðrar mátar enn sjálva samrøðuna, tað kann vera hypnosu, mindfulnessmeditatión og visualisering. Tú kanst lesa meir um, hvussu eg arbeiði, her

Ongar avbjóðingar eru tær somu. Mín viðgerð byggir tí á tína serligu søgu og upplivingar, og eg leggi viðgerðina til rættis eftir tínum ítøkiliga tørvi.

Dømi um evnir, sum eg kann arbeiða við:

  • Strongd
  • Ógleði og mótloysi
  • Kreppa og sorg
  • Lívskreppa
  • Lágt sjálvsvirði
  • Einsemi
  • Angist
  • Depressión
  • Persónlig menning

 

Er okkurt annað, tú ynskir at arbeiða við, mást tú endiliga seta teg í samband við meg. Eg havi arbeitt við nógvum ymiskum evnum í áravís, so eg kann óivað hjálpa tær!

Ring til nr. 22 35 54 72 ella skriva til psykolog@maritamortensen.dk, so finna vit útav, hvussu vit koma í gongd við viðgerðina.

 

Terapi på færøsk

Som en af få psykologer i Københavnsområdet, tilbyder jeg terapi på færøsk. Jeg er selv født og opvokset på Færøerne og flyttede til Danmark for at læse psykologi. Jeg har boet i Danmark siden og har stadig jævnlig kontakt med Færøerne og det færøske sprog ved min kontakt med familie og venner på Færøerne.

Det kan være en fordel at kunne tale sit eget sprog, når man skal tale om og arbejde med personlige problemstillinger og ønske om ændringer i sit liv. Du er måske bosiddende her i Danmark og kan besøge mig på min klinik i Søborg eller København eller du bor på Færøerne eller andre steder i Danmark og kan få samtaler via Skype eller Facetime.

Grundpillerne i min terapi som psykolog er dialog, kontakt og respekt. For mig som psykolog er det afgørende at skabe et rum for en tillidsbaseret dialog, hvor udgangspunktet er dine udfordringer og ønsker om forandring. Det betyder meget for mig at du føler dig tryg og tilpas før vi begynder selve terapien. På den måde opnår vi de bedste resultater. I terapien inddrager jeg, når det er relevant, metoder som hypnoterapi, mindfulnessmeditation, visualisering og kropsøvelser. Du kan læse mere om hvordan jeg arbejder her

Som psykolog er ingen problemstillinger præcis de samme fra person til person, og min behandling vil være tilpasset din unikke livshistorie og oplevelser. Som professionel psykolog tilpasser jeg altid mine metoder specifikt efter dine behov.

Eksempler på temaer, der kan arbejdes på:

  • Stress og andre belastningstilstande
  • Tristhed og modløshed
  • Krise og sorg
  • Livskriser
  • Lavt selvværd, utilstrækkelighedsfølelse
  • Ensomhed
  • Angst
  • Depression
  • Personlig udvikling

 

Listen er ikke udtømmende og har du noget specifikt du gerne vil arbejde med er det bare at tage kontakt. Jeg har som psykolog arbejdet med rigtig mange temaer gennem årene og føler jeg mig sikker på, at jeg kan hjælpe dig med dit problem.

 

Du er meget velkommen til at kontakte mig for en uforpligtende samtale.

 

Ring 22 35 54 72 eller skriv til psykolog@maritamortensen.dk

 

Marita Mortensen

Autoriseret Psykolog

find psykolog